Nýggj avtala um Felagsskúlan

Kommunurnar í samstarvinum um Felagsskúlan á Oyrarbakka hava gjørt nýggja avtalu um skúlan

Skúlasamstarv

Nýggjur sáttmáli er gjørdur millum kommunurnar, sum samstarva um Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Sáttmálin líkist heilt nógv tí, sum galdandi var, til nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi. Bert eru onkrar ávísar dagføringar gjørdar, sigur Sofus Johannesen, borgarstjóri í Gjáar Kommunu, sum er við í skúlasamstarvinum um Felagsskúlan á Oyrarbakka.
So tað fer ikki at ávirka skúlan nakað sum helst, at ein nýggjur sáttmáli nú er gjørdur, sigur hann.
Seinnu tíðina hava næmingar úr Funnings- og Elduvíkar Kommunum gingið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, uttan at hesa kommunur tó formliga hava verið við í samstarvinum.
Tær báðar kommunurnar hava fingið tilboð um at koma upp í samstarvið, sigur Sofus Johannesen. Tað kostar teimum einki at koma uppí, sigur hann, og skúlin er niðurgoldin.
Enn er tó einki svar komið frá Funnings Kommunu, men Elduvíkar Kommuna hevur boðað frá, at hon ikki ynskir at koma upp í samstarvið.
Hvussu framtíðin so verður hjá næmingunum úr teimum báðum kommununum, fara tær kommunurnar, sum við eru í samstarvinum so at taka støðu til, sigur borgarstjórin við Gjógv.