Nýggj avtala skal forða fyri at Strandferðslan verður rakt av verkfalli

Nú fer Landsstýrið at leggja alla orku í at forða fyri, at skipini hjá Strandferðsluni aftur verða rakt av verkfalli ella verkbanni

Strandfarasigling

?Nú skulu skipini hjá Strandferðsluni ikki einaferð afturat verða løgd av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Tað fer landsstýrið nú at gera alt fyri at forða.
Tað eru ikki meiri enn tríggjar vikur síðani, at ósemja um sáttmálan ímillum maskinmeistararnir og Fíggjarmálaráðið hótti við at leggja skipini hjá Strandferðsluni.
Og nú hevur longu aftur verið galið.
Hesuferð er tað ósemja um sáttmálan hjá skiparunum og stýrimonnunum við Strandferðsluni øðrumegin og fíggjarmálaráðið hinumegin, sum hótti við at leggja Srandferðsluna.
?Eitt er, at hetta kemur ómetaliga illa við hjá vanliga ferðamafólkinum, sum siglur við Strandferðsluna.
? Men tað, sum er nógv álvarsligari, er, at vinnulívið rætt og slætt ikki kann liva við hesum umstøðunum, tí trupulleikarnir eru ivaleysa stórir frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard.
?Vinnulívið er nú komið í ta støðu, at tað torir ikki at keypa fisk, bara tí at hóttan um arbeiðssteðg hongur í luftini, tí vandi er fyri, at virkini koma at liggja innibrend við fiskinum.
?Hetta er eitt sera álvarsligt mál. Hetta er tað álvarsligasta málið yvirhøvur á politiska pallinum í løtuni, sigur Løgmaður.

Taka málið upp beint nú
Løgmaður sigur, at landsstýrið fer tískil at leggja alla orku í at loysa hendan trupulleikan.
Hon tað skilst á honum, at Landsstýrið metir, at hetta er eitt mál, sum hevur stóran skund.
Hann sigur, at hetta er fyrst og fremst eitt vandamál, sum rakar Suðuroyarsiglingina, tí har er teinum longst at sigla. Men hetta er eisini ein stórur trupulleiki um Skopunarfjørð og um Leirvíksfjørð.
Sjálvur tók Løgmaður málið fram á fundi í Landsstýrinum týsmorgunin.
Har gjørdi Løgmaður av at hann skuldi seta seg at viðgera málið saman við Bárði Nielsen, landsstýrismanni, sum umsitur starvsfólkamál, og Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í samferðslumálum.
?Saman skulu vit royna at finna eina ella aðra skipan so at siglingin hjá Strandfersðluni ikki skal verða rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini.
Løgmaður veit ikki, hvussu ein slík skipan kann gerast.
Men hann ásannar, at hetta er eitt sera trupult mál at loysa at loysa.
? Hetta er eitt mál, sum nógv landsstýri hava havt frammi, hvørja ferð ein ósemja hevur tikið seg upp. Men tá ið vandin er av, er málið gloymt aftur.
?Men nú heldur hann, at arbeiðsósemjurnar eru so títtar, at tað er alneyðugt at taka málið upp beint nú.

Virða samráðingarrættin
Jóannes Eidesgaar viðgongur eisini, at hetta er eisini eitt trupult mál, tí tað er avgjørt neyðugt at virða rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at samráðast - og til at fara í verkfall, ella at lýsa verkbann.
? Og eitt verkfall, ella eitt verkbann, virkar bara um tað rakar so meint sum gjørligt. Og har er júst siglingin hjá Strandferðsluni eitt sera hent vápn hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Men hann vísur á, at í hesum føri er støðan tann, at tað eru tey somu økini í samfelagnum, sum verða rakt hvørja einastu ferð: Tað er útjaðarin og tað er fyrst og fremst Suðuroyggin, men eisini Sandoy og Norðoyggjar.
Løgmaður sigur, at ein loysn kann vera at gera manningina, sum er misntakrav fyri at hava skipini siglandi, til tænastufólk.
? Men tað verður neyðugt at finna eina loysn, sum fakfeløgini taka undir við
Tað eru fimm fakfeløg, sum talan er um. Tey eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.
?Hvørja ferð, okkurt at hesum feløgunum er við í eini ósemju, er siglingin hótt. Og eg vóni, at tey skilja støðuna og duga at síggja álvaran í málinum og vilja vera við til at finna eina varandi loysn, sigur løgmaður.