Fleiri dømi eru um ósemjur í byggimálum. Í Framtíðini verða ósemjurnar helst færri, eftir at ein avtala varð undirskrivað á Landsverki. Tað vóru umboð fyri handverksmeistarar og byggiharrar, sum skrivaðu undir avtaluna um almennar byggireglur.
Partarnir hava frammanundan havt eina avtalu at ganga eftir, men nú hava partarnir gjørt eina nýggja og greiðari avtalu.
Summi standardfyrivarni, sum vóru við tí gomlu avtaluni, eru tikin burtur. Tey neyðugu fyrivarnini eru innbygd í sáttmálanum, sum báðir partar hava góðtikið.
- Danska avtalan, sum varð endurnýggjað í 1992, hevur eisini fyrivarni. So vit eru frammanfyri danskarar á hesum økinum, sigur Oyvindur Brimnes, sum fegnast um nýggju avtaluna.
Avtalan er eitt framhald av tí góða samstarvinum, sum hevur verið millum partarnar seinastu árini.
- Í ár 2000, tá ið Byggisamtak Føroya varð sett á stovn, hevur samstarvið millum partarnar verið gott. Vit hava dømir um ósemjur áðrenn, og sjálvandi eru eisini einkultar ósemjur av og á, men yvirskipað hevur samstarvið verið gott millum feløgini. Við hesum sáttmálanum ætla vit at halda fram við góða samstarvinum, sigur Oyvindur Brimnes at enda.










