Fótbóltur
Jákup Mørk
Tvær ferðir hava Føroyar tikið lut í fótbólti í Oyggjaleikahøpi, og báðu ferðirnar var úrslitið, at heiðursmerki úr gulli vórðu vunnin til okkara.
Tær báðar ferðirnar ? í 1989 og 1991 ? vóru tað tó menninir, sum tóku lut. Fyrstu ferð í sterkastu uppstilling og seinnu ferðina við eitt slag av talentliðið. Í ár fáa kvinnurnar so fyri fyrstu ferð møguleikan at royna seg, og tað er ikki sørt, at spenningurin undan hesum er stórur.
Drúgvar fyrireikingar
Líka síðani februar mánað hevur landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, vant við gentunum, og so hvørt sum mánaðirnir eru lidnir, hevur endaliga myndin av hópinum teknað seg alt klárari.
Í alt er talan um 18 leikarar, sum fara avstað í ferðalagnum, og vónin hjá teimum er í øllum førum at vinna sær gullmerkini. Hvørt hetta fer at eydnast, veldst sjálvandi um fleiri lutir. Ikki minst um, hvussu væl mótstøðuliðini eru fyri, og her tykist kanska størsta óvissan hjá føroyska liðnum at vera, tí ikki er serliga lætt at fáa nakað at vita um, hvør styrkin er hjá mótstøðuliðunum.
Hópurin tykist sterkur
Fyrst og fremst er tað tó sjálvandi egnan mátt, sum føroysku kvinnurnar mugu líta á, og verður hugt at hópinum sæst, at støðan ikki átti at verið so heilt galin. Tvær báðar Helga Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun hava seinastu árini roynt seg í donskum fótbólti, eins og tvíburðarnir úr Klaksvik, Ragna og Rannvá Andreasen hava gjørt tað áður. Danskur kvinnufótbóltur verður styrkismettur hampuliga ovarliga í altjóða høpi, og tí er lítið at ivast í, at hesar fara at teljast millum lyklaleikararnar á liðnum.
Umframt hesar fýra, eru tó eisini fleiri aðrar, sum kunnu roknast við at fáa ein stóran leiklut á liðnum. Flestu av teimum, sum manna hópin, hava longu í fleiri ár roynt seg í fremstu føroysku deildini, og burtur úr rúgvuni kunnu nevnast toppskjúttin ársins leikari í fjør, Malena Josphsen og málslúkurin hjá VB, Halltóra Joensen, so alt í alt tykist talan vera um ein rættiliga sterkan landsliðshóp, sum nú fer av landinum.
Kanska startskotið
Sum nevnt í byrjanini, so vóru Oyggjaleikirnir startskotið til ta altjóða luttøku, sum føroyska manslandsliðið í fótbólti nú hevur, og lítið er at ivast í, at kvinnufótbólturin hevur vónir um eina líknandi gongd. Kanska við at fara víðari til aðrar og sterkari millumtjóða kappingar, um so er at luttøkan hesa ferð prógvar, at eisini á kvinnusíðuni er føroyskur fótbóltur einaráðandi í oyggjaleikahøpi.
Mynd av venjingardysti
Ein liður í fyrireikingunum hevur verið at spælt á grasið. Her er talan um venjingardyst á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndir av leikarum
Annika Hansen
Lydia Vesturtún
Ann-Silja á Borg Madsen
Eyðfríð Kristiansen
Rini Mørk
Ragna Andreasen
Vivian Bjartalíð
Malena Josephsen
Rannvá Andreasen
Bára Skaale
Maria Vang
Sólvá Joensen
Rannvá Augustinussen
Halltóra Joensen
Oddvá Kristiansdóttir
Anna Kristina Joensen
Eyðvør úr Dímun
Helga Ellingsgaard