Nýggj arbeiðspláss og hægri útbúgvingar til Føroyar

Tað vóru boðini, sum Edmund Joensen hevur fingið frá Helle Thorning-Schmidt,forsætisráðharra.

Sambandsflokkurin á Christiansborg sigur í tíð­ind­a­skrivi, at nýggja danska stjórn­in vil samstarva um at styrkja útboðið av hægri út­búgv­ing­um í Føroyum, og at útvega føroyskum fyr­­itøkum møguleika at koma upp í stóra danska vinnu­fram­tak­ið at menna og út­flyta nýggja tøkni til grøna orkuframleiðslu.
– Tað er sera positivt, at stjórn­in hjá Helle Thorning Smith er við upp á upp­skot­ið hjá Sam­bandsflokkinum um at út­vega nýggj arbeiðspláss og at styrkja útboðið av víðari út­búgvingum í Føroyum.
Tað sigur fólk­a­tings­mað­ur­in hjá Sam­bandsflokkinum, Ed­mund Joensen, eftir set­an­ar­orð­a­skift­ið í Fólka­ting­i­num hóskvøldið.
Í orðaskiftinum førdi fólka­tings­mað­ur­in fram, at brúk er fyri, at vit í Rík­is­felags­skap­i­num sam­starv­a um at skapa bú­skap­ar­vøkst­ur og fólk­a­vøkst­ur í Føroyum.
Edmund Joensen spurdi Helle Thorning Smith, um stjórn­in vil arbeiða fyri, at før­oysk­ar fyritøkur kunnu koma upp í stóra danska vinn­u­fram­takið at menna og út­flyta nýggja tøkni til grøna orkuframleiðslu.
– Hví ikki bjóða Før­oy­um við í fram­tak­ið? Vit hava nógv­an vind, og nógv orka er í streymi og sjóv­ar­falli kring oyggjarnar, seg­ði Edmund Joensen.
Forsætisráðharrin svaraði pos­itivt, at Danmark er til reið­ar at arbeiða fyri at fáa før­oyskar fyritøkur við.
Í Fólkatings­sal­i­num legði fólk­a­tings­mað­ur Sam­­bands­floks­ins fram hugskotið um, at hægri útbúgvingar kunnu flytast úr Danmark til Før­oya. Endamálið við hesum er at fáa fleiri ung at velja at útbúgva seg her heima.
Eisini hetta vil danska stjórnin samstarva um.
– Vit vilja fegin lurta eft­ir teim­um ynskj­um, sum koma úr Før­oy­um um hægri út­búgv­ing, segði Helle Thorning Smith, for­sæt­is­ráð­harri.
Samstarv er vegurin fram
Sam­bands­flokkurin á Christ­i­ans­borg fegnast um, at tað enn eina ferð vís­ir seg, at samstarvið í Rík­is­fel­ags­skap­i­num er til gagns fyri Før­oya­r.