Nýggj alternativ trio

Ein nýggj donsk/føroysk alternativ pop trio, við navninum White Fall, hevur just givið út sítt fyrsta staklag. Bólkurin er mannaður av tveimum dønum og einum føroyingi. Her er talan um klaksvíkskingurin Palla Klein, sum umframt at vera ein av tónleikarnum í bólkinum, eisini hevur gjørt, produserað og ljóðblandað nýggja lagið.

Palli Klein, sum í løtuni búleikast í Keypmannahavn, har hann einamest fokuserar uppá eitt tónlistarligt gjøgnumbrot, greiður frá at tað er spennandi at arbeiða við White Fall, og hann vónar at danir og føroyingar fara at taka væl í móti nýggja bólkinum, sum í løtuni arbeiður fram í móti eini fløguútgavu.

 

Fyrsta staklagið hjá White Fall kallast “no Less” og er at finna her niðanfyri.