Atlantic Petroleum styrkti sær um kapitalin í fjør, tá felagið framdi eina kapitalhækking upp á 74 milliónir krónur. Hetta var tað fyrsta stigið, sum Atlantic Petroleum tók ímóti einari nýggjari strategi, sum gongur út upp á at vaksa munandi um felagið.
- Í føroyskum høpi er Atlantic Petroleum eitt lutfalsliga stórt felag, men í oljuhøpi er føroyska oljufelagið lutfalsliga lítið. Við tað at Atlantic Petroleum er lítið, so er tað avmarkað, hvørjum verkætlanum felagið kann luttaka í, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Tað var við hesum í huganum, at kapitalhækkingin varð framd í fjør. Og nú hevur Atlantic Petroleum tikið enn eitt stig á leiðini ímóti størri og breiðari virksemi. Á aðalfundi tann 31. mars varð gjørt av at geva nevndini víðari heimildir, soleiðis at felagið kundi vaksa enn skjótari enn tað hevur gjørt frammanundan.
Hálv milliard í kapitalhækking
- Á aðalfundinum varð skotið upp at geva nevndini rættiliga nógv víðari heimildir. Tað er eitt ynski um, at tingini skulu henda skjótari, og at felagið kann vaksa skjótari. Felagið verður eisini noterað á marknaðinum, soleiðis at marknaðurin kann reagera positivt uppá, at vit hava eina rímiliga aggressiva vakstrarstrategi. Í tí sambandinum er tað neyðugt at geva nevndini víðari heimildir, og tað er í form av, at felagið kann gera aktiemissiónir uttan at hava eykaaðalfund. Nevndin fær ta heimildina til 2009 at gjøgnumføra kapitalhækkingar upp á 100 milliónir nominelt. Tað er ein markant broyting, og ætlanin er eisini at brúka hesa víðkaðu heimildina, sigur Wilhelm Petersen, stjóri.
Víðkaðu heimildirnar merkja, at Atlantic Petroleum kann gera kapitalhækkingar upp til einar 400 til 500 milliónir fram til 2009.
Virðismikið felag
- Ein kapitalhækking kann fremjast í einum skjótum viðfangi, og tað er oftani neyðugt at gera skjótt av, um møguleikar fyriliggja. Nevndin hevur eisini fingið heimild til at yvirtaka feløg og leggja saman við øðrum feløgum. Hetta eru nakrar týdningarmiklar broytingar í langtíðarmenningini av felagnum, sigur Wilhelm Petersen.
Atlantic Petroleum er í løtuni við í trimum feltum, sum skulu byggjast út. Atlantic Petroleum luttók eisini í 2. útbjóðing í føroyskum øki, har felagið fekk tvey áhugaverd loyvi saman við øðrum felagi. Atlantic Petroleum hevur 40 % av lisensinum á hesum økjunum. Eginpeningurin hjá Atlantic Petroleum er 110 milliónir, men felagið er virðismett til væl meira enn tað. Undan kapitalhækkingini varð virðið á felagnum mett til at vera einar 200 milliónir krónur.