Nýggir vindar á Norðoyastevnuframsýningini

Um tað var tunnilsrúsur, byrjandi summar ella fyrsta stevnan, sum gjørdi tað, er ilt at siga, men Norðoyastevnuframsýningin í ár útstrálaði eitt serligt bjartskygni og ein óræddan hug at fara undir nýggjar avbjóðingar


Hóast flestu av teimum 14 nøvnunum, ið vóru við á Norðoyastevnuframsýningini í ár, eru kend um Norðoya leiðir, fekst tú ikki sum heild kensluna av, at hetta hevði tú sæð fyrr. Treyðugt so, høvdu fleiri valt at halda seg til tað kenda bæði hvat viðvíkur myndevni og stíli, men tað, tú legið fyrst merki til millum teir 104 málingarnar, vóru nógvur royndirnar at royna seg við nýggjum møguleikum so ella so.

Luftballónir
Ein tann mest trúfasti luttakarin á Norðoyastevnuframsýningini seinastu mongu árini man vera Símun Poulsen úr Klaksvík. Stuttligt hevur verið at fylgt við í menningni hjá Símuni frá teimum fyrstu myndunum, har tað ofta gjørdist heldur trongligt innan rammuna, til ein listamann, ið nú arbeiðir miðvíst við einføldum myndevnum og klárum litum og sínum heilt egna naivistiska útrykki. Símun málar ikki landsløg, men tað, sum á onkran hátt lýsir upp ella bókstaviliga skarar framúr gerandislandslagnum rundan um okkum. Eitt dømi er myndin Ballónir, har ein ørgrynna av litføgrum, hvítprikkutum luftballónum allar tykjast at líkjast við fyrsta eygnabrá, inntil tú varnast, at í meldrinum er tann eina ballónin einlitt hvít. Og soleiðis tykast myndirnar hjá Símuni sum altíð at gáa eftir tí hvíta lambið í fylginum  ikki tí svarta.

Herligt lív ...
Positiva orkan heldur fram í myndunum hjá Birte Rasmussen, ið altíð hava fingið meg at sæð fyri mær eina listakvinnu, sum mest av øllum hevur hug at hálsfevna lívið við hvørji einastu mynd. Og hesar eru onki undatak  heldur tvørturímóti. Myndirnar hjá Birtu hesuferð vóru skipaðar sum ein røð av 12 smáum myndum ið allar ímynda glaðar, stuttligar og lívsjáttandi løtur í lívinum, og hóskandi enda við myndini Herligt liv.
Eitt av sera forvitnisligu listafólkunum, ið hevur gjørt vart við seg seinnu árini, er Emma M. Heinesen. Hálvabstraktu myndirnar hjá Emmu lata seg ikki soleiðis seta í bás, men tykjast at vera kveiktar av nýggju rákunum í føroysku myndini, har tað eru litirnir, ið skapa dýpdina, meðan myndevni mest sum dandar argandi aftur og fram í myndini. Einføldu strikurnar, sum kanska, kanska ikki ímynda okkurt, tú heldur teg kenna, saman við argandi litspælinum, boða frá eini listakvinnu, ið ikki letur seg avmarka, og sum vit vónandi koma at síggja meir til framyvir.