Nýggir venjarar í NámX

Ì gjár fingu 22 NámX næmingar handað venjaraprógv

ÍSF og Eysturskúlin hava seinastu árini samstarvað um, at næmingarnir í ítróttabreytini á Nám X hava fingið møguleika at taka Venjara 1 útbúgvingina, sum ÌSF skipar fyri.
Í gjár fingu so 22 næmingar handað venjaraprógv.


Andras Nolsøe, Ítróttarágevið í ÍSF handaði prógvini, og tosaði við næmingarnar um týdningin, sum venjaraútbúgvingin hevur fyri føroyskan ítrótt. Eisini eggjaði hann næmingunum til at brúka venjarutbúgvingina í feløgunum, sum teir eru knýttir at og harvið veruliga gera ein mun.

Heri Ziska hevur staðið fyri undirvísingini.