Hósdagin 12. apríl vórðu tveir nýggir graslíkisvøllir handaðir í Suðuroy, annar til Suðuroyar Ítróttardepil í Trongisvági og hin til Porkeris kommunu.
Nýggja navnið á vøllinum í Trongisvági er Fótbóltsvøllurin við Stóra. Vøllurin í Porkeri er á økinum við skúlan í bygdini.
Báðir vøllirnir eru av slagnum Domo Sport Grass við Heliflex tøkni og FIFA 2 star góðkenning. Formaðurin í Suðuroyar Ítróttardepli fekk nýggja graslíkisvøllin handaðan av Birgiri Andreasen frá Idé Møblum. Vøllurin í Trongisvági er liðugur sama ár, sum Tvøroyar Bóltfelag fyllir 120 ár.