Nýggir tilburðir av botulismu

Líkt er til, at nýliga staðfestu tilburðarnir av botulismu, har tvey fólk gjørdust sjúk, eru íkomnir orsakað av, at kjøtið hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar eftir fletting Kjøtið varð ikki hongt beinleiðis út í hjallin til turkingar. Harumframt var kjøtið ? eins og vanligt í Føroyum - flett undir óløggildum umstøðum. Tað skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan í tíðindaskrivi.

Fólkini vóru fyri stuttum innløgd á sjúkrahús við teknum um eitran við botulinumeituri. Sjúkueyðkennini vóru leyst lív, spýggja og byrjandi lammilsi í hálsi/eygum; (turran háls, trupulleikar at tosa og dupultsjón, trupulleikar at fokusera). Hesi fólk koma nú spakuliga fyri seg. Sjúkutekinini vóru í hesum førum ikki so umfatandi, at mótevni var neyðugt. Botulisma er annars ein sera álvasom og lívshættislig sjúka. Seinastu 20 árini eru 7 fólk vorðin sjúk av botulismu. Tvey av hesum doyðu.

Føroyingar eta nógv turt kjøt. Tó verða botulimsutilburðir sjáldan staðfestir. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tað er umráðandi at fólk, ið kenna sjúkutekin frá botulinumeitri, tað vil siga at nervalagið verður ávirkað, koma undir læknahond skjótast gjørligt.

Í nýggjastu botulismu tilburðunum varð illgruni festur á turt kjøt, sum bæði høvdu etið av. Ein rest av kjøtinum varð send til kanningar á Veterinerinstituttinum í Danmark, og fyrst í vikuni komu boð um, at eiturevni frá Clostridium botulinum typa B var staðfest í kjøtinum.