RÆTTING: Konsertin hjá Dánjali verður í Byens Lys á Christiania og ikki á Norðuraltantsbryggjuni!
- Kom og hald veitslu saman við okkum. Soleiðis sigur Dánjal á Neystabø, ella bara Dánjal, sum bólkur hansara rópast, nú hann hevur útgávukonsert í Keypmannahavn í kvøld. Skuldu nýggju tónarnir av fløguni »The Bubble« ikki lokka nóg mikið í sjálvum sær, so boðar bólkurin frá, at tey borðreiða við skerpikjøti og føroyskari bjór umframt at tað er ókeypis atgongd.
Tá tað er ókeypis ber ikki til at siga, at fólk fáa valuta fyri pengarnar. Men konsertirnar hjá Dánjali plaga at vera hugtakandi, hendingaríkar og ganga bestemt ikki stillisliga fyri seg. Konsertin í kvøld verður neyvan nakað undantak í so máta, og tilsamans 13 tónleikarar manna bólkin, sum fer á pall í Byens Lys.
Ummælari hjá danska Gaffa hevur áður skrivað soleiðis um Dánjal: »Frådefuld galskab og færøsk vildskab! Endnu en musikalsk bombe falder fra det lille ø-rige mod nord. Et overdådigt instrumentarium ledsager Dánjal til tonerne af en intens engelsksproget musikalsk bastard af melodiøs rock, folk, klezmer og balkan«.
Útgávukonsertin hjá Dánjali verður í Byens Lys í Christiania mikukvøldið 1. februar klokkan átta danska tíð. Tað er ókeypis atgongd.