Nýggir tónar frá Bieber

Popstjørnan Just Bieber er í hesum døgum í Toronto og heldur jólafríð. Fyri nøkrum døgum síðani hevði hann eina jólakonsert við heitinum “Home for the Holidays”. Á konsertini spældi Justin Bieber eitt spildurnýtt lag, sum eitur “Be Allright”, og sambært fleiri ummælarum er sangurin eitt tekin um, at tann 17 ára gamli Bieber er blivin meira búgvin, og at hetta sæst aftur í tónleiki hansara. Trýst her fyri at síggja Justin Bieber framføra nýggja lagið “Be Allright”

 

Rannvá Fossaberg

skriva til rannva@sosialurin.fo