Nýggir skúlar verða stongdir

Nógvir av teimum skúlunum, sum bretar hava bygt í Afghanistan tey seinastu árini, verða stongdir í næstum, og tað sama er galdandi fyri nógvar heilsumiðstøðir, sum bretar hava bygt har.

Orsøkin er, at teir afghonsku myndugleikarnir hava ikki ráð at reka skúlarnar ella heilsumiðstøðirnar. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Sambært blaðnum hevur Bretland brúkt nógvar milliónir pund til at byggja skúlar og heilsumiðstøðir í Helmand-landspartinum har suðuri í Afghanistan í einari roynd at vinna sær virðing millum fólkið har. Men í fleiri førum hava bretar bygt uttan at ráðføra seg við afghanar fyrst, skrivar blaðið.

Eitt nú hava bretar ikki tosað við teir afghonsku myndugleikarnar um raksturin, og avleiðingin er sambært The Guardian, at teir flestu stovnarnir verða stongdir í seinasta lagi í 2014.