Nýggir skíggjar í Kastrup

Fyri at betra um kunningina til ferðafólkini eru tey á flogvøllinum í Kastrup nú í ferð við at skfita út telduskíggjarnar kring allan vøllin. Nýggju skíggjarnir síggjast millum annað í Terminal 2, og er talan um stórar bláar flatskíggjar, har tað er lættari at lesa ymsu kunningarnar, enn tað var á gomlu skíggjunum. Næsta stig í útskiftingini verður at skifta teir 57 skíggjarnar, sum síggjast við kekk-in diskarnar á flogvøllinum.