9. februar byrja nýggir sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.
Endamálið við Beranum er at savna børn og ung, ið hava mist, og at geva teimum rúm til at møta øðrum børnum/ungum í somu støðu. Harumframt at stuðla teimum í at seta orð á kenslur og tankar, ið eru knýtt at sorgini. Tey fáa sum frá líður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.
Børnini og tey ungu møtast annan hvønn mikudag kl. 16-18 í hølunum hjá heilsufrøðinginum í Eysturskúlanum.
Higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við.
Afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið knýtt at Beranum, hava verið sera positivar. Tað, sum børnini/tey ungu, fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu. Í einum slíkum felagsskapi uppliva tey, at tað eru onnur, ið veruliga skilja tey. Hetta er við til at gera tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sær sjálvum og brynjar tey til at koma víðari.
Áhugað kunnu fáa meira at vita við at ringja til Beran á tlf. 222993 og lesa meira á www.berin.fo