William Maugham segði á sinni, at fólk biða um kritikk, men vilja bert hava rós. Hetta er neyvan heldur nakað ókent fyribrygdi her hjá okkum, og er tað ikki sørt, at hetta kemur tær til hugs, tá ræður um umrøðuna av Hvítubók.
Tað hevur ongantíð verið siður í Føroyum, at politikarar kunngera fyri øllum Føroya fólki, hvat eitt tilboð til landið ljóðaði uppá, um ein tænasta var bjóðað fram. Ein av búskaparfrøðingunum, ið var við til at skriva Hvítubók, hevur dittað sær at komið við nøkrum sakligum viðmerkingum til Hvítubók, ella rættari framløguni av hesari. Hettar førdi við sær, at landstýrismaður fór í bløðini við, hvat hesin maður vildi hava fyri at leggja fram. Hetta kann útleggjast sum ein roynd at sáa iva um trúvirði hjá hesum búskparfrøðingi uttan at taka støðu til sakliga innihaldið í viðmerkingunum. Farið varð við øðrum orðum eftir manninum heldur enn bóltinum.
At persónlig viðurskifti soleiðis vera kunngjørd um allar geilar av einum landstýrismanni er ein ósiður, sum ikki gagnar kjakinum í samfelagnum. Hvussu kann man vænta, at fólk, og kanska serliga fólk, ið hava sítt starv hjá landinum, skulu tora at koma fram við sakligum viðmerkingum og spurningum, tá ein landstýrismaður leggur í bløðini við, hvat viðkomandi kostar ella ikki kostar?
Um landið keypir eitt nú teldur, og avvísir einum tilboði, so merkir tað ikki, at viðkomandi veitari ikki skal sleppa at hava eina fakliga meining um teldur og telduskipanir, uttan at tað skal kunngerast vítt og breitt, hvat tilboðið hjá hesum veitara ljóðaði uppá. Hevur man álit á fakliga innihaldinum, í tí ein ger, so skuldu sakligar viðmerkingar verið eitt kærkomið høvi at farið nærri inn á ávísar lutir. Fer man harafturímóti í verjustøðu og roynir at raka persónar heldur enn innihald, so hevur man ein trupulleika í einum konstruktivum kjaki, sum er ein av grundarsteinunum undir einum vælvirkandi demokratii. Hetta er spell, tí nettup landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur lagt upp til eitt breitt og demokratiskt orðaskifti, hvat vit halda er bæði rætt og gott. Ein kann so eisini siga, at eingin er fullkomin. Sjálvandi ber eisini til hjá honum at mistaka seg, og kann hetta verða eitt slíkt mistak.