Tað hevur elvt til stúran hjá WHO, at teir kinesisku myndugleikarnir hava váttað, at tvey fólk hara hava fingið lungnasjúkuna SARS, og at seks onnur hava sjúkueyðkenni, sum minna um sjúkuna.
Leiðarin á WHO-deildini í Asia, Shigeru Omi, segði í gjár, at sjálvt um teir báðir tilburðirnir ikki beinleiðis eru ein heilsuvandi, er tað neyðugt at fylgja gongdini meiri neyvt, enn gjørt varð, tá sjúkan tók seg upp í fjør. Hann vísti á, at teir kinesisku heilsumyndugleikarnir hava illgruna um, at eitt fólk er deytt av SARS fyrr í ár, og at virusið møguliga er meiri mótstøðuført nú, enn tað var av fyrstan tíð.
Í síðstu viku váttaðu myndugleikarnir í Beijing, at ein 20 ára gamal sjúkrarøktarfrøðingur í høvuðsstaðnum og ein 26 ára gamal studentur í landslutinum Anhui eru deyð av SARS. Studenturin arbeiddi á einari rannsóknarstovu, sum millum annað fæst við at kanna SARS-virus. Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiddi á einum sjúkrahúsi í Beijing.
Mamma tann 26 ára gamla studentin doyði tann 19. apríl, og kinesisku myndugleikarnir hava illgruna um, at hon doyði av lungnasjúkuni. Illgruni er eisini um, at sjúkan kann hava breitt seg til fleiri skyldfólk hjá tí 26 ára gamla.
Sambært Shigeru Omi hevur ein 31 ára gamal lækni, sum arbeiddi á somu rannsóknarstovu sum studenturin, eftir øllum at døma fingið smittuna.