Á www.teitur.com kanst tú hoyra sangir, ið enn ikki eru útkomnir. Vit eru nógv, ið ikki kunnu fáa nokk av Teiti. Bleyta rødd hansara og melankolsku tekstirnir fáa okkum at droyma okkum burtur til dagar, tá alt var betri og grasið var grønari.
Sum kunnugt, er Teitur við at innspæla eina nýggja fløgu. Men um tú ikki fært bíða eftir fløguni, kanst tú á heimasíðuni finna ein teig, ið eitur ?unreleased song of the week?. Hesir sangir vera tó ikki við á nýggju fløguni.
Vitja teitur.com um tú vilt hoyra nakrar av unreleased sangunum hjá honum.