- Barnaskúlin í Fuglafirði verður liðugur í 2020 - júst sum ætlað.
Tað staðfestir formaðurin í mentanarnevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, Ólavur Larsen, á sínari Facebook-síðu í kvøld, nú nýggir sáttmálar eru undirskrivaðir í samband við skúlabyggingina.
- Í dag klokkan 17 skrivaðu MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon undir upp á, at vit hava ein lidnan barnaskúla í Fuglafirði fyri 1. november í 2020.
Ólavur Larsen vísir á, at fyritøkan Heildarverk í Fuglafirði hevur gjørt eitt megnar arbeiði og verða lidnir við sín part komandi vár.
- So, alt gongur eftir ætlan, og tað kunnu vit bert gleðast um, sigur formaðurin í mentanarnevndini, sum vónar, at eisini samstarvið við nýggju veitararnar verður gott.










