- Glyvra skúli varð tikin í nýtslu seinast í fimtiárunum, og tá hildið varð, at bygningurin framhaldandi kundi og skuldi brúkast til skúlaskap, varð ein ætlan løgd fyri at bøta um skúlan í stigum.
Soleiðis skriva tey á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.
Víst verður á, at einar tvær miljónir krónur hava verið brúktar árliga seinastu árini. Øll tøk eru skift, og stórur partur av útveggjunum eru umvældir, eins og veggirnir eru bjálvaðir og málaðir, og vindeygu eru skift.
- Nú verður farið í holt við at umvæla fasadurnar, sum venda eystur eftir og suðureftir.
Í morgun vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Sp/f Ingolf Hansen, Sp/f Byggiverk og Sp/f Málarameistaran, Signar á Fríðufløtum um ávikavíst múrara-, timbur- og málaraarbeiði.
- Sáttmálarnir kosta Runavíkar kommunu millum 800.000 og 900.000 krónur tilsamans, verður lagt aftrat.
##med2##












