Nýggir sáttmálar fyri farmaskip

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur gjørt nýggjar sáttmálar við manningarfeløgini Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur gjørt semju við Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Føroya Motorpassarafelag um nýggjar sáttmálar fyri farmaskipini. Sáttmálin er galdandi frá 1. mars 2009 til 1. mars í 2011.

Semjan ber í sær, at lønirnar hækka 3,22 prosent 1. mars í ár og 3,22 prosent 1. mars 2010. Harafturat eru nakrar aðrar broytingar í sáttmálanum, sum tó eru neutralar í mun til yvirskipaða lønarkarmin.

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni, at samanumtikið eru lønarhækkingarnar á sama støði sum hinir sáttmálarnir, sum gjørdir eru á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni.