Jólaaftansmorgun boðaði B36 umvegis heimasíðu sína frá, at teir nú hava fingið pappír upp á fýra av leikarunum, sum komandi árið skulu styrkja um fyrstudeildarhópin hjá felagnum.
Teir fýra eru Egil á Bø og Ronnie Samuelsen úr EB/Streymi, Arnbjørn Danielsen úr B68 og Jens Erik Rasmussen, sum kemur úr FS Vágum. Teir tríggir fyrstnevndu hava allir fleiri ár á baki í felagnum, meðan tað hjá Jens Eriki verður talan um nýggja uppliving, tá hann fer í hvíta búnan um fáar mánaðir.
Umframt hesar sigur felagið eisini, at talan helst verður um annan styrk til liðið. Sum vit áður hava skrivað, so er Jóhannis Joensen, sum í ár leikti við FS Vágum, ivaleyst ein av teimum, sum felagið fer at knýta afturat hópinum, og hartil hevur tosið kring felagið leingi snúð seg um, at ein nýggjur álopsleikari skal fáast til vega. Leingi sá út til, at talan skuldi gerast um Hjalgrím Elttør, men nú hann tykist mistur, eru eyðuni helst vend aðrar vegir.
Formaðurin í felagnum, Kristian á Neystabø, vil als ongar viðmerkingar gera til hetta, men sum Sosialurin hevur skilt, so hevur B36 seinastu tíðina havt eyguni vend móti Íslandi í hesum royndum.