Rúna Sivertsen
Fríggjadagin var hugnaløta á Tekniska Skúla í Klaksvík, tá sjey ungir menn fingu handað sveinabræv sum maskinsmiðir. Umframt sveinabrævið, fingu teir eisini dugnaskapsprógv í motorpassing.
Eftir prógvhandanina varð bjóðað til kaffi og køkur í hugnaligu kantinuni á skúlanum. Bæði næmingar og lærarar hildu røðu, og tað vóru góð og rósandi orð, sum fylgdu teimum sjey, nú teir fingu prógv.
Tekniski skúlin hevur 4 deildir, el-deild, maskindeild, timburdeild og HT-deild.
- Tá fast samband verður millum Norðoyggjar og meginøkið, er Tekniski Skúlin í Klaksvík í eini øðrvísi støðu. Verður tunnilsmunnin við Borðoyavík, sum alt talar fyri, meta vit, at skúlin kemur at liggja ógvuliga strategist.
Við einum breiðum vitanarstøði millum undirvísararnar, liggur í kortinum, at Tekniski Skúlin í Klaksvík verður ein viðkomandi vitanardepil í sínum vinnuøki og fær sær sínar sergreinir í føroyska samfelagnum, stendur millum annað at lesa á spennandi heimasíðuni hjá skúlanum, www.tsk.fo.