Tvey nýggj andlit vóru at finna á dómaraseðlinum hjá EB/Streymi í gjár: Niels Pauli Danielsen og Arnar Joensen. Marni Djurhuus var leikbannaður, Brian Olsen skaddur, René Tórgarð sjúkur og Mikkjal Thomassen kundi ikki spæla, hóast hann stóð skrivaður á dómaraseðilin, umframt at Marcell Balog og Peter Foldgast ikki eru í felagnum longur. Tí vóru boð send eftir teimum báðum unglingaleikarunum, sum eisini hava spælt á 1. deildarliðnum hjá EB/Streymi, har teir hava staðið seg væl.