Klokkan fýra í dag verður øðrvísi málningaframsýning í Reinsarínum í Havn. Tað eru luttakarar á Tjums, sum sýna fram tað, teir hava fingið burtur úr tiltakinum, sum hevur verið um vikuskiftið.
Tjums handlaði fyrst og fremst um at mála málningar, millum annað út frá ymsum konseptum, við ymsari inspiratión og við ymsum hættum at mála uppá. Ungu málararnir, sum allir eru eldri enn 15 ár, hava málað síðani fríggjadagin, tá tiltakið byrjaði og fara so í dag at sýna fram úrslitið av hesum.
Framsýningin í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn verður frá klokkan fýra til seks.