Í morgin er tann stóri dagurin hjá Dugna komin, nú tey lata upp í nýggju og forvitnisligu hølunum uppi á Hjalla. Í hesum sambandi verður boðið til almenna móttøku.
Hátíðarhaldið byrjar við at Heðin Mortensen, borgarstjór og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum halda røður. Síðani verður heilsan til starvsfólk, næmingar og arbeiðsfólk, og aftaná tað verður ein biti at fáa.
Við hesum nýggju og nýmótans hølunum skapar Dugni tíðarhóskandi vinnumøguleikar fyri fólk ið hava tørv á mennandi vinnutilboðum. Hesi hava aftur til endamál at uppvenja arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin.
Í samband við móttøkuna, sýnir Kári Svensson, listamálari sína málningalist fram, eins og Tinghúsið á Hjalla letur upp kl. 10.00 við serliga bíligum tilboðum.
(savnsmynd)