Nýggir limir vælkomnir í felagið

- Bjargingarfeløgini virka sum sjálvbodnir hjálparfelagsskapir, ið traðka til, tá ið heitt verður á okkum, sigur Símun Abrahamsen, ið kundi hugsað sær, at Eysturoyar eystara Bjargingarfelag hevði fleiri limir

Aðalfundur

Mánadagin, 11. apríl, heldur Eysturoyar eystara Bjargingarfelag aðalfund á Brandstøðini í Fuglafirði, har felagið annars húsast.
Felagið, sum hevur einar 40-50 limir í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og Oyndarfirði, er stovnað í 1976, og meginpartin av tíðini hevur Símun Abrahamsen verið formaður í felagnum.
Á aðalfundinum standa allir nevndarlimirnir fyri vali, og Símun Abrahansen sigur, at hann enn einaferð ætlar sær at taka við formanssessinum, um aðalfundurin vísir honum álit.
Líka síðan stovnanina, hevur Fuglafjarða kommuna hýst felagnum, og seinastu árini hevur tilhaldið verið á nýggju brandstøðini, sum kommunan bygdi fyri 4-5 árum síðan.

Eisini brandmenn

Símun sigur, at flestu limirnir í Eysturoyar eystara Bjargingarfelag eisini eru knýttir at sløkkiliðnum í nevndu kommunum.
- Tað er soleiðis, at kommunurnar velja nakrar brandmenn, og í Fuglafjarðar kommunu er talið 14.
Hann vísir á, at roynt verður at velja fólk, sum eru heima, men neyðugt er við einum størri tali av brandmonnum, enn brúk vanliga er fyri, tí flestu menn eru í arbeiði, og tað er ikki vist, at allir eru tøkir, tá ið boð eru eftir teimum.
- Onkur koyrir lastbil, og er viðkomandi kanska í Vágunum, tá ið boð eru eftir honum, kann hann ikki verða tøkur beinanvegin, vísir Símun á.
Brandmeistari í Fuglafjarðar kommunu er Gordon Petersen, og hann er eisini húsavørður hjá kommununi.
Samlaða talið av brandmonnum í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og Oyndarfirði liggur millum 30 og 40.

Nýggir limir

Símun Abrahamsen kundi hugsað sær, at bjargingarfelagið hevði fleiri limir.
- Fólk eru vælkomin at tekna seg sum lim í felagnum ? og tað er ókeypis, leggur hann aftrat.
Tá ið eitt hvørt er á vási, er tað altíð Brandstøðin, sum fyrst fær boðini. Er brúk fyri hjálp, setir Brandstøðin seg í samband við bjargingarfelagið.
- Vit eiga nógva og góða útgerð til hjápararbeiði, eitt nú draktir, klippiamboð, donkraftir og ljósaggregat.
Símun sigur, at Eysturoyar eystara Bjargingarfelag eisini hevur havt ein landrover-bil, sum kann taka 9 fólk.
- Vit hava nýtt bilin til ymisku uppgávurnar, sum verið hava. Vit hava havt amboðini í bilinum, sum eisini hevur pláss fyri 9 fólkum.
Hann vísir á, at motorurin var heldur lítil til teirra brúk, og tí hava teir latið bjargingarfelagnum í Nólsoy hendan bilin.

Ymiskar uppgávur

Tað eru eini 9-10 bjargingarfeløg kring landið, og hesi eru limir í LFB, sum er landsfelagið hjá føroysku bjargingarfeløgunum.
- Vit virka sum sjálvbodnir hjálparfelagsskapir, ið traðka til, tá ið heitt verður á okkum.
Símun Abrahamsen sigur, at uppgávurnar kunnu vera ymiskar, men oftast er tað í samband við leitingar eftir fólki ? á landi og sjógvi, vanlukkur, illveður og eld, at felagið verður boðsent.