Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur valt tríggjar nýggjar limir í Búskaparráðið
BúskaparráÐiÐ
tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum
Í samband við at Hermann Oskarsson, Marner Jacobsen og Mirjam Haraldsen hava sagt seg úr Búskaparráðnum, hevur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, valt tríggjar nýggjar limir í ráðið. Limirnir eru valdir sambært Løgtingslóg um Búskaparráð.
Valdur samb. § 2a:
Johnny í Grótinum, cand. polit, Tórshavn
Valdir samb. § 2b:
Poul Geert Hansen, cand. polit, MPA, Tórshavn
Magni Laksafoss, cand. polit, Streymnes
Búskaparráðið er nú mannað soleiðis:
Vald samb. § 2a:
Una Joensen, cand. oecon, Hoyvík
Óli Samró, cand. oecon, Hoyvík
Johnny í Grótinum, cand. polit, Tórshavn
Vald samb. § 2b:
Anna Kass, M.Sc. Econ., Hoyvík
Gunvør Balle, cand. merc Argir
Poul Geert Hansen, cand. polit, MPA, Tórshavn
Magni Laksafoss, cand. polit, 435 Streymnes
Ráðið skipar seg við formanni, sum skal vera ein av teimum trimum, ið eru vald eftir § 2a.
Valskeiðið gongur út tann 31. desember 2005, tá allir limirnir í Bú-skaparráðnum standa fyri vali.