FIMLEIKUR
Føroya Fimleikasamband kunngjørdi til kappingina sunnudagin, at tveir nýggir landsliðsvenjarar eru settir í starv til fimleikaoyggjaleikirnar á Isle of Man í summar. Nýggju landsliðsvenjararnir eita Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen. Ætlanin er at manna eitt kvinnu- og eitt manslandslið; tað vil siga fimm fimleikarar á hvørjum liði. Enn er avgerð tó ikki tikin um, hvør skal manna liðini, sum fara avstað, sigur Eyvind Akraberg Hansen. Hetta verður gjørt í samstarvi við Føroya Fimleikasamband í nærmastu framtíð.
Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen er sera spent um uppgávuna og vóna, at vit fáa nøkur góð úrslit við heim frá fimleikaoyggjaleikunum á Isle of Man.