Nýggir á landsliðnum: Kom óvart á

FM1: Hvørki Bartal Wardum ella Karstin Hansen vístu av landsliðsboðunum

Karstin Hansen og Bartal Wardum eru nýggir í landsliðshópinum. Karstin Hansen er málverji hjá Skála, meðan Bartal Wardum er miðverji hjá HB. Fyrrnevndi svav leingi mánamorgunin, tá hann fekk góðu boðini.

 

Hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

-Venjarin hjá mær, Eyðun Klakstein, skrivaði og ynskti mær til lukku við úttøkuni. Eg trúði tí ikki heilt at byrja við, sigur Karstin Hansen við FM1.

 

Lars Olsen heldur fyri, at hetta er ein góður møguleiki hjá honum og Emeka Andersen, málmansvenjaranum, at hyggja nærri at unga málverjanum.

 

Les eisini: Vit gita at hesir byrja

 

Eitt sindur øðrvísi var hjá Bartali Wardum. Hann var upprunaliga ikki úttikin, men sunnudagin eftir 1-1 javnleikin móti NSÍ, fekk hann boð um, at hann skuldi avloysa Sonna Ragnar Nattestad.

 

-Vit sótu nakrir í skiftirúminum, tá tað verður rópt á meg. Eg helt eg skuldi gera samrøðu, men bar meg undan. Fekk so at vita, at eg var úttikin til landsliðið, sigur Bartal Wardum, um løtuna, tá hann fekk boðini.

 

Lars Olsen sigur, at tað var natúrligt at taka Bartal Wardum við. Hann vandi við landsliðnum í november og hevur spælt við U21-landsliðnum.