Klaksvíkar kommuna ætlar, at tey, sum flyta í kommununa, skulu kenna seg væl, og tí skulu tey fáa avsláttur frá vinnulívinum í kommununi Í startpakkanum verður millum annað ein vælkomuheilsan frá borgarstjóranum, faldarar um ymisk kommunal viðurskiftir og avsláttarmerkir frá vinnurekandi í Klaksvík, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Kommunan lýsir í hesum sambandi eftir avsláttarmerkjum frá teimum vinnurekandi í kommununi. Eitt avsláttarmerki kann t.d. vera, at fyrsta vitjanin í svimjihøllini er ókeypis, avsláttur í hárfríðkanarstovu og fyrsta filmframkalling ókeypis.
Vónin er, at kommunan og tey vinnurekandi saman fáa nýggjar íbúgvar at kenna seg væl, skrivar kommunan.