Nýggir karmar til barnatannrøktina

Í summar gjørdist endaliga greitt, at Tórshavnar kommuna nú sjálv fer at standa fyri allari sertannlæknaviðgerð til børn, sum hava tørv á eitt nú tannjavning.
Umleið 5.000 børn og ung eru fevnd av kommunalu tannrøktini, og umleið ein triðingur av hvørjum árgangi hevur tørv á sertannlæknaviðgerð.
Í nógv ár hevur kommunan havt avtalu við privatan tannlækna um sertannlæknaviðgerðirnar, men nú henda avtalan er endað, hevur kommunan sett egnan sertannlækna í starv á Tannlæknastovuni.
Í løtuni verða tannlækahølini í skúlanum við Løgmannabreyt innrættað til sertannlæknastovu við nýggjari og framkomnari útgerð.
Fyri nøkrum árum síðan varð álit skrivað um framtíðarkarmarnar fyri barnatannrøktina í Tórshavnar kommunu. Mælt varð til at skipa tannrøktina sum eina sentralklinikk, ið skuldi fevna um bæði vanligu tannrøktina og sertannlæknaviðgerðina.
Hetta er nú lutvíst framt, og sum forkvinna í sosialu nevnd frøðist eg um hesi framstig, har Tannlæknastovan nú hevur ábyrgd av allari kommunalu barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu.
Men eingin ivi er um, at gamla og hugnaliga tannlæknastovan í Tórsgøtu hevur tænt fyri seg. Nú nýggj høli verða gjørd til sertannlæknaviðgerðirnar, er tíðin komin hjá býráðnum at fáa til vega nýggjar og hóskiligar karmar til vanligu barnatannrøktina.