Nýggir elektrobólkar í Havn

Leygarkvøldið verður konsert undir heitinum Nordisk 2014. Fýra nýggir elektrobólkar spæla á konsertini í Norðurlandahúsinum. Bólkarnir eru Byrta úr Føroyum, Sea Change úr Noregi, Good Moon Deer úr Íslandi og Sekuoia úr Danmark. Á konsertini ber til at hoyra, hvat rørir seg á norðurlendska elektropallinum.

Nordisk 2014
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 15/2 kl. 20.00