Nýggir eigarar og nógv virksemi á ”stórubeding”

- Vit hava serstakliga gott og dugnaligt arbeiðsfólk, og enn er onkur í starvi, sum eisini arbeiddi á bedingini, tá eg lærdi her í áttatiárunum. Fleiri skip eru keypt til Klaksvíkar seinnu árini, og eg ivist onga løtu í, at grundarlag er fyri líkinda rakstri við øllum teimum tænastum, sum fyritøkan hevur undir sínum hatti, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á P/F Klaksvíkar Sleipistøð

Klaksvík

Klaksvíkar Sleipistøð - ella ”stórabeding” - sum hon verður rópt í dagligari talu, er upprunaliga stovnað longu í 1928.
Tað vóru brøðurnir, Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum, sum úr Svøríki keyptu eina beding, ið varð flutt til Føroya og løgd við Ravnagil. Her liggur bedingin enn tann dag í dag.
Seinni gjørdist Klaksvíkar Sleipistøð partur av Kjølbro-samtakinum, men megnaði eins og so nógv onnur virki í Føroyum ikki at klára seg ígjøgnum kreppuna, sum rakti samfelagið fyrst í nítiárunum.
Í 1994 stovnaðu 17 fólk, sum høvdu havt sítt arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð, eitt partafelag, sum yvirtók ognirnar og fór aftur til verka.

Nýggir eigarar
Í juni mánað í ár yvirtók Sp/f LGS allan partapeningin í P/F Klaksvíkar Sleipistøð, og seinni er eisini felagið, Sp/f Kemit, komið við í eigaraskaran. Eigaraviðurskiftini í dag eru soleiðis, at LGS eigur umleið 91% av partapeninginum – og Kemit umleið 9%.
Stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð í dag er Frimodt Rasmussen, sum í sínari tíð lærdi á bedingini, men sum seinastu 4-5 árini hevur starvast sum inspektørur hjá Thor í Hósvík. Soleiðis kennir hann bransjuna hinumegin borðið, um vit so kunnu siga, men tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri at útvega bedingini arbeiði.
Frimodt sigur, at rættiliga nógv arbeiði hevur verið á bedingini, síðan yvirtøkuna tíðliga í summar, og nú í hásesongini fyri bedingsarbeiði, tá ein stórur partur av ísfiskaflotanum liggur rundan um ársskiftið, hava út við 50 mans verið til arbeiðis.
Stjórin metir annars, at eitt hóskandi tal av fólki, tá virksemið er í vanligari legu, fer at liggja um 30 mans.
- Tað er altíð trupult at spáa um framtíðina við slíkum virksemi, men vit halda, at vit rættiliga hava havt tíðina við okkum síðan yvirtøkuna.

Dugnaligt fólk
Frimodt Rasmussen vísir á, at fasti staburin av arbeiðsfólki á Klaksvíkar Sleipistøð er hin sami, sum hann hevur verið í fleiri ár.
- Vit hava serstakliga gott og dugnaligt arbeiðsfólk, og enn er onkur í starvi, sum eisini arbeiddi á bedingini, tá eg lærdi her í áttatiárunum.
Hann vísir á, at fleiri skip eru keypt til Klaksvíkar seinnu árini, og hann ivast tí onga løtu í, at grundarlag er fyri líkinda rakstri á bedingini við øllum teimum tænastum, sum fyritøkan hevur undir sínum hatti.
- Hóast skipavinna-og fiskavirkisvinna eru í besta blóma í Klaksvík í løtuni, vita vita, at kapping sjálvandi er um tær tænastur, sum vinnan keypir, og tí ræður um at vera kappingarførir, sigur stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð.

Tvær bedingar
Í Klaksvík er ikki bara ”stórabeding”, men eisini ”lítla beding”, sum eisini hevur mong ár á baki.
Lítlabeding tekur mest útróðrarbátar upp og ger eisini alt vanligt maskinarbeiði. Stórabeding tekur eisini smærri skip og bátar upp. Tí eru bedingarnar báðar sjálvandi kappingarneytar, men kortini er ávíst samstarv.
Frimodt Rasmussen heldur, at samstarv er vegurin frameftir, sjálvt um kapping er á økinum.
- Vit kunnu taka skip upp, sum viga eini 800 tons og eru upp til 65 metrar long. Í løtuni stendur ísfiskatrolarin, Stjørnan, uppi, og tá hon fer av aftur, taka vit Polarhav upp. Hesi skipini eru tung, men tey eru ikki so long, 37 metrar. Hinvegin hevur okkara beding tikið farmaskip upp, sum eru væl longri enn Polarhav og Stjørnan. Farmaskip viga vanliga ikki so nógv sum ísfiskatrolarar, tá tey eru tóm, hóast tey kanska eru væl longri.

Lidnir í vikuni
Frimodt sigur, at høvuðsmotorarnir á Stjørnuni og Polarhavi verða yvirhálaðir, eins og skipini hava fingið aksiltrekk, botnurin er málaður, og sinkini eru skift.
- Ætlandi verða Stjørnan og Polarhav lidnir hjá okkum seinast í hesi vikuni, leggur hann aftrat.
Herfyri hevði bedingini eisini bátin, Gudrun, uppi, og her varð róðurstamman skift.
- Vit hava havt fleiri skip og bátar uppi, síðan vit yvirtóku bedingina í juni. Hetta er hetta eitt virksemi, har tú ikki altíð veit, hvat bíðar fyri framman, men tað kann vera so skjótt, at brúk er fyri okkum. Jú, vit halda, at hetta sær bara gott út. Ymiskt er fyri framman, eins og vit fáa nógvar fyrispurningar. Pílarnir venda í øllum førum rættan veg, leggur stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð aftrat.

KSS á netinum
Nýggju eigararnir av P/F Klaksvíkar Sleipistøð hava knýtt tríggjar bókstavir aftrat navninum, nevniliga KSS, eins og heimasíðan hjá fyritøkuni nú kallast ww.kss.fo.
- Tá samskift verður við eitt nú útlendskar samstarvspartar, kann navnið Klaksvíkar Sleipistøð kanska kennast tungt. Hinvegin halda vit tað ikki vera rætt bara soleiðis at broyta navnið á bedingini, sum hevur røtur heilt afturi í 1928. Nú brúka vit so teir tríggjar bókstavirnar ”kss” sum sølunavn, um vit so kunnu siga, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð.

...


Fakta um KSS

Klaksvíkar Sleipistøð er í dag eitt vælvirkandi virki, sum kann bjóða tænastur á breiðum grundarlagi, bæði til skip og virkir.
Maskinverkstaðurin, sum liggur fáar metrar frá bryggjukantinum, er útgjørdur við øllum tekniskum hentleikum til at loysa krevjandi uppgávur.
Goymslan hevur eitt stórt úrval av tilfari, eitt nú jarni, rustfríum stáli og aluminium. Eisini selir KSS oxygen til alivinnuna og hevur á goymslu gass, acetylen, argon og eitt stórt úrval av tilfari til sveising.
Síðan 2005 hevur fyritøkan verið góðkend sum AMD-umboð fyri Caterpillar Marine (autorized marine dealer) til at selja originalar Caterpillar-lutir og til at veita tænastur til skip, sum hava Caterpillar-motor.
KSS hevur fólk, sum eru serútbúgving til at gera eina heildaryvirháling av motorum. ??