Leigusáttmáli varð fyrrapartin í gjár undirskrivaður um lendið undir nýggju bygningunum í Miðhoydølum.
Í gjár skrivaði Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið við ávikavist Heðin Mortensen, borgarstjóra og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, undir ein leigusáttmála um ein lítlan part av matrikkul nummar 1338 í Tórshavn.
Tað snýr seg um lendið undir nýggju bygningunum, sum eru reistir á gróðurstøðini í Miðhoydølum, eftir at Løgtingið í fjør játtaði pening til endamálið. Nýggju bygningarnir eru komnir í staðin fyri niðurtiknu minkahallirnar.
Bygningarnir hava stóran týdning fyri raksturin á gróðurstøðini og verða alment tiknir í nýtslu í næstu viku.