Møguleikin fyri at yvirliva eina fersluvanlukku er níggju ferðir so stórur sum fyri 20 árum síðan. Ella við øðrum orðum er vandin fyri at doyggja í ferðsluni fallin við 90 prosentum. Nakrar av orsøkunum eru, at bilarnir eru vorðnir tryggari í allar mátar sum t.d. við trygdarkabinum, airbag, strammarum í trygdarbeltunum og tryggari setur og aktivar nakkastúttur.
Hetta stendur m.a. í kanningini sum eitt svenskt tryggingarfelag hevur gjørt av 94.000 ferðsluvanlukkum í Svøríki seinastu 20 árini. Kanningin umfatar persónbilar í teimum ymisku klassunum. Í sama tíðarskeiði er vandin fyri at blíva avlamin í ferðsluvanlukkum fallin við 25 prosentum.
Hóast kanningin vísir, at stórir tungir bilar eru tryggari í ógvusligum ferðsluvanlukkum, eru mini-bilarnir teir sum hava gjørt flestu framstig innan trygdina seinastu 20 árini. Teir tryggastu mini-bilarnir eru á hædd við miðaltalið av bilunum í tí tryggasta klassanum. Kanningin vísir eisini, at stórur munur er á teimum ymisku bilmerkjunum.