Nógvir nýggir bilar eru sera væl rustviðgjørdir og verksmiðjurnar geva vanliga millum 6 og 12 ára gjøgnumteringsgaranti. Sambært FDM er sannleikin tann, at tað eru fleiri nýggir bilar, sum eru sera væl rustvardir, meðan aðrir burdu fingið eina rustviðgerð, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu.
Hetta vísir ein kanning í Motor, sum er gjørd av 300 nýggjum bilmodellum frá 1997 til 2007. Kanningin er gjørd í samstarvi við blaðið Vi Bilägare, svenska samstarvsfelagan hjá FDM.
Onkrar verksmiðjur gera vart við, at um teirra bilar fáa eina eyka rustgerð í garantitíðini, tekur garantiið ikki við, um bilurin seinni fer at rusta. FDM ráða tí til, at rustviðgerð í garantitíðini verður gjørd í samráð við bilasøluna, har bilurin er keyptur.
Motor og Vi Bilägare hava vurderað samlaða kvalitetin av rustviðgerðini, sum t.d. um hvussu mótstøðufør konstruktiónin er móti rusti, hvat slag av tilfari er brúkt og í hvønn mun veksmiðjan hevur brúkt effektiva rustverju. Kanningin vísti, at ikki allir bilar ikki eru nóg væl vardir móti rusti, sum t.d. í holrúmum og samlingum í konstruktiónini av bilunum.
Kelda: FDM/Motor