B36-Víkingur:
Eftir 4-0 sigur í fyrsta dystinum er sjálvsálitið í hópinum hjá B36 gott. Talan er í nógvar mátar um eitt ungt lið, sum nú skal byggjast upp, og tó at umdystur og brotsspørk skuldu til, áðrenn B36 fekk sent 07 Vestur úr steypakappingini, so er lagið í hópinum gott eftir fyrstu tveir teljandi dystirnar.
Talan var tó um ein smeit, sum liðið fekk, tá Ingi Højsted noyddist skaddur av vøllinum í Sørvági. At byrja við bóru menn ótta fyri, at talan aftur var um liðbandsskaða hjá óhepna miðvallaranum, men heilt so galið er tað kanska ikki skilst.
Ingi verður tó ikki við um vikuskiftið, men tað verður Dmitrij Jankovic, sum í vetur kom til felagið úr VB/Sumba. Jankovic hevur havt leikbann, men nú er hann so tøkur at traðka inn í B36-verjuna. Og møguliga hevur felagið eisini fingið álopsstyrk. Undan evstamarkinum fyri spælaraflytingar deponeraði B36 spæliloyvið hjá einum nigerianskum framherja hjá FSF. Tá vit frættu hóskvøldið, var enn ikki greitt, um alt pappírsarbeiðið var liðugt undan vikuskiftinum, men arbeitt verður av øllum alvi við hesum.
Víkingur byrjaði eisini sítt kappingarár væl, tá teir mánakvøldið vunnu greiðan sigur á B68. Í fjør var Víkingur ikki partur av Formula-deildini, men GÍ treivst væl, tá teir vitjaðu í Gundadali, og ivaleyst ætlar nú samansetta liðið at halda fast í teirri siðvenjuni.










