Talan er um 6-mannafarið Lóm og 8-mannafarið Argjabátin, sum verða skiftir út til komandi kappingarár.
Kappingarárið 2010 royndist væl hjá okkum, sigur Kristian Martin Skála formaður í Argja Róðrarfelag. Felagið fekk trý føroyameistaraskap í hús í hesum kappingarárinum. Í barnaróðrinum bleiv Teistin við smágentum nummar eitt, 5-mannafarið Blikur við dreingjum varð nummar eitt, eins og 8-mannafarið Argjabáturin eisini bleiv nummar eitt.
Eins og í fjør skipar Argja Róðrarfelag fyri barnaróðrargalla í Róðrarneystinum á Argjum fyri allar manningar, sum hava verið við í róðrarárinum 2010 leygarkvøldið 18. september kl. 19. Steyp verður handað fyri lekrastu manning, flottasta áralag, og besta endaspurt.
Tilsamans 33 barnamanningar hava róð í ár, so vit vænta nógv fólk, sigur Kristian Martin Skála, sum vísir til heimasíðuna hjá felagnum.










