8-MANNAFØR
Í fjør var tað Nevið Reyða. Klaksvíkingar áttu nýggjan bát, og hann var sera sannførandi og vann FM heitið. Teir kiksaðu bara eina ferð. Tað var í Fuglafirði.
Á norðoyarstevnu leygardagin var Nevið Reyða ikki við í kappingini. Teir flestu av manningini eru farnir umborð á 10-mannafarið hjá klaksvíkingum. 8?mannafarið er ikki mannað í Klaksvík. Tað ljóðar, at tað møguliga skal mannast á Skálafjørðinum. Men hetta var ikki komið upp á pláss undan fyrstu FM kappingini.
Ein av manningini umborð á Nevinum Reyða í fjør luttekur eisini í ár í kappingini millum 8?mannafør. Høgni Jacobsen er fluttur í høvuðsstaðin, og hann er nú umborð á Argjabátinum.
Teir á Argjum plaga at standa seg væl í tí kappingini. Teir vunnu FM í 2000, og teir vóru eisini meistarar í 1998. Nú hava teir nýggjan bát, og fyrsta FM kappingin boðaði frá, at Argjabáturin fer at vera millum bestu boðini upp á FM heitið.
Ein annar nýggjur bátur, Kvívíkingurin, legði bragdliga fyri. Teir høvdu besta startin, teir fingu skutin framum Argjabátin, men tað var skjótt, at Argjabáturin tók Kvívíking, og tá bátarnir komu á 1000 metra málið var munurin vorðin ein hálv bátslongd. Men frástøðan gjørdist ikki størri enn tað. Fram við Kósabrúnni var talan um stóra kapping. Kvívíkingar bjóðaðu av, og teir settu onkra ferðina stavnin framum Argjabátin.
Men tá bátarnir komu á mál, var munurin tann sami, sum hann hevði verið á 1000 metra málinum. Argjabáturin vann við einari stórari hálvari bátslongd.
Knørrur, sum næstsíðsta vikuskifti var fremstur á Skála, endaði á triðja plássinum í Klaksvík. Hann var kanska hálva triðju bátslongd aftanfyri Kvívíkingin.
Nýggi Húsavíkingurin var næstaftastur, og gamli Kvívíkingurin ella Kvívíksbáturin var væl aftastur. Teir báðir aftastu bátarnir vóru so nógv aftanfyri hinar, at talan næstan var um róður í fleiri deildum.Munurin frá Argjabátinum og aftur til Kvívíksbatin var 55 sekund.
Gott tak á tí
Rúni Johannesen hevur í fleiri ár verið formaður umborð á Argjabátinum. Hann er ein av fleiri sera royndum rógvarum. Tveir av teimum, sum vunnu FM í 1998, eru framvegis umborð, og uppaftur fleiri eru við av teimum, sum í 2000 vunnu FM.
-Vit lógu eystastir. Í øllum vindinum høvdu vit trupulleikar at fáa fatur á fasta startinum. Men tá startskotið var latið av, kendu vit okkum hava gott tak á róðrinum. Tað var eitt sindur torført at meta um støðuna, tí teir, sum vit kappaðust við, vóru so langt burtur. Tá vit vóru komnir á mál, vóru vit kortini ikki heilt vísir í, at vit høvdu vunnið. Tí lætnaði tað, tá vit frá landi av fingu at vita, at vit vóru teir fyrstu um málið, sigur Rúni Johannesen.
Royndist nýggi báturin væl?
-Sámal Hansen hevur smíðað okkum ein sera góðan bát, sum vit eru stak væl nøgdir við. Tað ere nakað serligt at kappast í nýggjum báti. Men gamla bátin hjá okkum vóru vit væl nøgdir við. Tað er ikki óhugsandi, at vit kundu havt vunnið við honum í Klaksvík, men tað fáa vit onangtíð at vita.