Nýggir býbussar

Tíggju nýggir býbussar til koyring í Tórshavnar kommunu komu í land av Norrønu í morgun.

Í komandi viku koma fýra bussar afturat. Teir fjúrtan bussarnir skulu eftir ætlan byrja at koyra eftir nýggju ferðaætlanini, sum kemur í gildi 1. juli.

Bussarnir eru av merkinum SOR og eru framleiddir í Kekkia við Iveco motori og teknikki. Bussarnir hava hægstu umhvørvisgóðkenning og eru styttri enn teir verandi býbussarnir og harvið smidligari til býkoyring. Fyritøkan Metek á Hjalla kemur at hava service og eftirlit við bussunum.

Tað eru Gundurs Bussar saman við HZ-Bussum og Jón Thomasen, sum síðan 1. apríl hava rikið Bussleiðina í Tórshavnar Kommunu.

mg