Bjarna Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur í dag fingið svar upp á fyrispurningin, hann setti Akseli V. Johannesen, landstýrismanni, um Heilsutrygd.
Bjarni Djurholm spyr millum annað:
Hvør er sakliga grundgevingin fyri at staðseta heilsutrygdarstovnin í Klaksvík?
Landstýrismaðurin svara millum annað, at talan ikki er um at flyta ein almennan stovn. Talan er um at staðseta ein nýggjan almennan stovn.
Landstýrismaðurin sigur eisini, at samgonguskjalið leggur upp til, at stovnar verða lagdur uttan fyri høvuðstaðarøkið, tí hetta er í trá við økismenningarpolitikkin hjá samgonguni.
Tá samgonguskjalið sigur, at miðast skal eftir, at nýggir stovnar skulu leggjast úti um landið, verður mett, at Heilsutrygd liggur best í Klaksvík, sigur landstýrismaðurin millum annað.
At enda greiðir Aksel V. Johannesen frá, at út yvir tær fakligu grundgevingarnar fyri valinum av at staðseta Heilsutrygd í Klaksvík, so er eisini talan um at velja eitt øki í landinum, sum er harðast rakt av fíggjarligu kreppuni, sum herjar í løtuni.
- Arbeiðsloysitalið er hægst í Norðurøkinum. Norðurøkið hevur verið tað økið í landinum, sum hevur verið mest tengt at fiskivinnuni. Talið av størvum í fiskivinnuni á sjógvi er minkað nógv seinastu árini, og er tað onki sum bendir á, at fleiri størv fara at verða í fiskivinnuni á sjógvi í nærmastu framtíð, heldur tvørturímóti. Hetta hevur eisini verið við í metingini, hóast hetta ikki er høvuðsorsøkin til valið av staðseting, sigur Aksel V. Johannesen, landstýrismaður millum annað í svari til Bjarna Djurholm.