Nýggi venjarin má klára seg uttan Lava

Betri deildin menn: Andreas Lava Olsen er ikki við, tá Víkingur byrjar av nýggjum við nýggjum venjara

Í dag verða tveir dystir í 19. umfari í Betri deildini hjá monnum. Á Argjum spæla AB og TB, og við Margáir er vandi fyri, at tveir landsliðsmálskjúttar sita uttanfyri. Andreas Lava Olsen hevur leikbann, meðan Arnbjørn T. Hansen er ivasamur.

Les eisini: Lukasz er vrakaður 

Heimaliðið er í síni bestu gongd í longri tíð, eftir at liðið hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, og hevur lagt seg undir liðina á ÍF á stigatalvuni. Faktist hevur EB/Streymur vunnið fýra av teimum seinastu seks dystunum í landskappingini, men bæði tapini hava verið stór. Millum annað tapti EB/Streymur 6-0 móti júst Vikingi 2. august.

Í dag verður EB/Streymur uttan Gest B. Dam og gøtumannin, Fannhard A. Skoradal, sum báðir eru farnir av landinum. Ein annar fyrrverandi víkingur í EB/Streymi, Magnus Heinason, hevur trupulleikar við knænum og spælir heldur ikki.

Les eisini: Dysturin um niðurflytingarstrikuna

Arnbjørn T. Hansen skoraði trý mál í síni tíð á landsliðnum. Eitt av teimum kom eftir innskifting móti Írlandi á Tórsvølli. Hann hevur seinnu árini havt sama leiklut, sum vit mangan síggja Andreas Lava Olsen í. Leirvíkingurin bleiv skiftur inn á Tórsvølli móti Malta í Nations League herfyri, og skoraði. Hann hevur tó leikbann í dag, eftir at hann fekk sítt fjórða gula kort í hesum kappingarárinum í 2-1 sigrinum í Fuglafirði.

Hetta verður eisini fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum, Jóhan Petur Poulsen. Hann tekur við eftir Eyðun Klakstein. Sum In. fo hevur skrivað fyrr í dag, so er Lukasz Cieslewicz vrakaður til dystin í dag. Fyrr í vikuni bleiv samstarvið við Vukasin Tomic endað. Sostatt fáa teir ungu ábrygdina í dag, og tað hava teir fyrr gjørt væl móti júst EB/Streymi í hesum kappingarárinum.

Liðtíðindi:

EB/Streymur:

Ikki við: Gestur B. Dam (farin av landinum), Magnus Heinason (knæ), Fannhard A. Skoradal (farin av landinum)

Ivasamur: Arnbjørn T. Hansen 

Víkingur:

Ikki við Andreas Lava Olsen 

Betri deildin menn – 19. umfar:

Sunnudagin 13. septembur:

AB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-Víkingur (15.00)

Týsdagin 15. septembur:

Skála-KÍ (19.00)

Mikudagin 28. oktober:

HB-NSÍ

ÍF-B36

1.HB183946
2.183944
3.NSÍ182038
4.B36172737
5.Víkingur181032
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur18-2319
8.TB18-1610
9.AB18-407
10.Skála17-402