Nýggi venjarin kanska dani

Donsku bløðini gita í dag, hvør nýggi venjarin hjá Caroline Wozniacki kann vera. Og sambært ekstrabladet.dk kann talan verða um Michael Mortensen.

 

Hann hevur áður verið inni í venjaratoyminum hjá danska heimseittaranum, og hann hevur eisini prógvað, at hann hevur nakað av tí, ið skal til.

 

Hann er í løtuni venjari hjá kinesisku Li Na, og tað var hann eisini fyrr í ár, tá ein kinesari á fyrsta sinni vann eina Grand Slam kapping. Tað hendi við French Open, tá Li Na vann finaluna móti verjandi meistaranum, Francesca Schiavone.

 

Michael Mortensen hevur eisini tann fyrimun, at hann gjøgnum sítt fyrrverandi starv sum viðmerkjari á Eurosport kennir væl til leikararnar á WTA-tourinum.

 

Eitt annað venjaraevni kann eisini vera fyrrverandi venjarin hjá Maria Sharapova, amerikanarin, Michael Joyce, men í heila tikið hava Piotr og Caroline eitt stórt og umfatandi net, serliga á WTA-tourinum, men eisini hjá ATP, sum er kappingarnar hjá monnum.

 

Men fyribils er bert talan um gitingar.