Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, verður gesturin hesa ferð nýggi venjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen.
Hann hevur tikið við eftir Jens Berthel Askou, sum aftur hevur tikið við eftir Jonasi í AC Horsens. Í Fótbóltspanelinum verður spurt hví ein venjari við Superligaroyndum kemur til Føroya at verða venjari.
Í mun til undanfarna venjara, so gongur Jonas Dal Andersen undir at verða ein meiri avslappaður venjari, men kemur tað at síggjast á vøllinum, og hvat fyri slag av fótbólti kunnu vit vænta av HB. Tann spurningin fær nýggi venjarin hjá HB eisini.
Hevur tú spurningar ella viðmekringar, so kanst tú senda SMS til 559999.