Nýggi Teistin ein veldug broyting

-Tað gekk uppá stás at koma inn í havnina og til bryggju í Skopun. Har var eingin trulleiki sigur Eyðun Holm, sum var á brúnni, tá nýggi Teistin, Sandoyarskipið, fyri fyrstu ferð legði at bryggju í Skopun leygardagin. Hóast veðrið var sera gott henda dagin, sær hann tó ikki fyri sær trupulleikar, tá teir fara í rutu í næstum.

 

Leygardagurin 21. apríl var ein stórur dagur hjá sandoyarfólki, hestfólki, kolturfólki og skúvoyingum. Henda dagin legði nýggja og stásiliga strandfaraskipið Teistin at bryggjuni í Skopun fyri fyrstu ferð. Hóast skipið ikki kemur í fasta rutusigling fyrr enn um eina tíð, nú ávís viðurskifti skulu fáast uppá pláss, so varð rættiliga nógv gjørt burtur úr henda søguliga dag. Nógv fólk hevði leitað sær oman á bryggjuna at hoyra Bjarna Djurholm, landsstýrismann fagna nýggja farinum og eisini Gerhard Lognberg, býráðsformann í Skopun. Sangkórið í Skopun var so eisini við til at gera løtuna hugnaliga. Eftir samkomuna kundi oyggjafólkið fara umborð at síggja nýggja skip teirra.


Tá Teistin legði at frammanfyri flakavirkið seinnapartin leygardagin vórðu tað fleiri skopuningar, sum hildu fyri, at skipið var í so høgt. Men tað sigur skiparin er eingin trupulleiki. ?Hetta er eitt so mikið gott far, tað er so effektivt og kraftin er so góð, at hetta verður ikki nakar trupulleiki. Eyðun Holm sigur, at tá man er komin í venjing við at brúka skipið eisini í ringum veðri, átti tað heldur ikki verið nakar trupulleiki at siglt skipið inn og úr havnini í Skopun.


Og tað er sannililiga munur á at standa á brúnni á Teistanum 21. apríl 2001 samanborið við at standa við róðurið á gamla Sildberanum 11. januar 1967, tá Eyðun Holm fyri fyrstu ferð fekk ábyrgdina av at flyta fólk millum Havnina og Skopun. Nýggi Teistin er eitt stásiligt far í allar mátar og livir upp til tey nútíðar krøv, sum sett verða einum strandfaraskipi sum hesum.


Longst á brúnni

Eyðun Holm man vera ein tann á brúnni á strandfaraskipunum, sum hevur verið longst í arbeiði hjá SL. Hann byrjaði sum feriuavloysari á gamla Smyrli í 1966. Fór so umborð á Sildberan árið eftir. Eftir tað hevur hann ført fleiri skip: gamla Bragd, Pride, Rituna, Dúgvuna og Trónd. Siglingin millum Gomlurætt og Skopun byrjaði í 1993. Hetta var eitt veldugt framstig, ja hetta er tann rætta farleiðin sigur royndi skiparin, sum ikki ber ótta fyri at verða spleysaður av av einum undirsjóvartunnili. -Tað verður so ikki í mínari tíð leggur hann eitt sindur skemtandi aftat.


Tá Eyðun lítur aftur í tíðina, so eru ótrúligar broytingar hendar. Tað var longu eitt øgiligt framstig, tá nýggja Ritan í 71 avloysti ta gomlum, ið sakk í 67. Hon tók fýra bilar. Tveir á dekkið og tveir í lastina. Í 85 byrjaðu vit við Trónda og hann tók 13 bilar. Tá koyrdi man umborð. Nýggi Teistin tekur 33 bilar, og tað skuldi nøktað tørvin eini 20 ár fram, tá hugsað verður um, at tað er avmarkað við fólki Sandoynni.


Sjálvur heldur Eyðun Holm, at sandoyingar eiga at vera nøgdir við skipið. Tað er útgjørt við øllum nútímans hentlekikum og komfort. Har eru góð sitipláss og rúmligt og nosligt. Skipið siglir 13 míl og siglingartíðin verður einar 20 min. Enn hava teir so ikki roynt skipið í øllum veðri, men tað hevur so stabilisatorar. Nú verður eingin bíðitíð og tað er størsta framstigið. Fólk nýtast ikki seta bilin dagin fyri.



Veldug broyting

Fyri tann 61 ára gamla Eyðun Holm er nýggi Teistin ein veldug broyting í arbeiðinum. Saman við skiparanum á hini vaktini, Høgna Samuelsen, sær hann fram til at fara sigla millum Gomlurætt, Hest og Skopun við nýggja farinum. Enn skulu onkrar ábøtur gerast í Hesti men har verður helst siglandi einaaferð í summar. Sjálvur heldur Eyðun, at ikki minst fyri hestfólk verður Teistin eitt veldugt framstig, tí tað kann vera við til at halda lív í oynni. Við føstum sambandi og betri flutningsmøguleikum morgun sum kvøld skuldi hetta verið sera hent hjá hestfólki.


Sum so heldur hann, at Teistin eisini er ein týðandi brikkur í útoyggjamenningini, sum nú verður tosað so nógv um. Hann er so ein ítøkilig broyting til tað betra. Og tá vit spyrja roynda skiparan hjá strandferðsluni, hvat hann heldur um nógva privatiseringstosið, so tykist hann ikki ovurfegin um tað. ?Eg haldi ein almenn fyritøka sum Strandferðslan, sum átekur sær ábyrgdina av ferða- og farmafólkaflutningi millum allar oyggjarnar man vera tann besta trygdin hjá útoyggjum, og tí ivist eg eisini stórliga í, hvør privat tímir at sigla uppá Hest og Koltur og onnur smápláss. Best man vera sum er heldur hann fyri og vísir harvið stórt álit á sínum arbeiðsgevara Strandferðsluni, ikki minst nú hon hevur givið teimum hetta nýggja og stásiliga farið til sigling um Skopunar- og Hestfjørð.