Nýggi Spiderman kunngjørdur

Leingi hevur verið gitað hvør skuldi taka leiklutin hjá Tobey Maguire, sum ikki longur ynskir leiklutin sum Spiderman. Í morgun var kunngjørt, at hann eitur Andrew Garfield. Í morgun var tíðindafundur um komandi Spiderman filmin, sum skal vera í 3D. Størsti spenningurin var um, hvør skuldi hava høvuðsleiklutin sum Peter Parker, og tað vakti ans, at tað er ein rættiliga ókendur ungur maður úr Bretlandi, Andrew Garfield, sum er valdur til leiklutin.

 

Garfield hevur havt onkrar smávegis leiklutir í onkrum filmum og er annars kendur sum verandi sera dugnaligur innan teaturheimin.

 

Marc Webb, leikstjóri, hevði tó sera nógv rósandi orð at bera unga sjónleikaranum.

 

Nýggi Spidermanfilmurin hevur premieru um tvey ár, 3. juli 2012.

 

Røðin av Spideman-filmum er ein tann best umtókta í filmssøguni, og teir tríggir undanfarnu filmarnir hava forvunnið 2,5 milliardir krónur um allan heimin.