Enska felagið Newcastle hevur júst keypt álopsspælaran Obafemi Martins fyri 110 milliónir krónur. Í gjár spældi hann fyrsta dystin fyri nýggja felag sítt, og tað gekk ikki heilt eftir vild. Newcastle tapti dystin, og ein tíma inn í dystin mátti Martins berast av vøllinum. Tað var eftir ein nærdyst um høgan bólt, at Martins lendi skeivt, og hann noyddist av vøllinum orsaka av stoytinum, sum hann fekk. Martins varð sendur til kanningar á sjúkrahúsi í Birmingham í gjárkvøldið, og tá var óvist, hvussu álvarsamur skaðin hjá honum var.









