Almenn uttanlandssigling
Fyribils verður tað av ongum, at nýggi Smyril verður settur í beinleiðis sigling ímillum Suðuroynna og Skotland.
Tað skilst á Jógvani við Keldu, landstýrismanni í innlendismálum.
Nú samgongan hevur tikið trupulleikarnar hjá Suðuroynni til viðgerðar, hevur tað verið frammi, at ein stórur trupulleiki hjá suðuroyingum er, at tað er onki beinleiðis samband ímillum Suðuroynna og Skotland.
Í tí sambandi hevur eitt uppskot verið, at Smyril skal sigla ímillum Suðuroynna og Skotland einaferð um vikuna.
Í tí sambandi skal Smyril fara av Drelnesi fríggjakvøld og vera aftur á Tvøroyri seinnapart sunnudag.
Ímeðan hann er burtur, skal Smyril, sum nú er, røkt suðuroyarsiglingina.
Men hetta er ikki ein loysn, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur hug til - í hvussu so er ikki, sum landið liggur í løtuni.
Nakað væl frammi í tíðini
Hann sigur, at hetta er ein loysn, sum tað er nomið við í viðgerðini av trupulleikunum í Suðuroy.
Men hann heldur, at enn er tíðin ikki búgvin at taka hesi viðurskiftini við í viðgerðina.
? Hetta er ein spurningur, sum í minsta lagi liggur nakað væl frammi í tíðina, sigur hann.
Hann sigur at tað einasta, sum er hent á flutningsøkinum,er, at umboð fyri privatu flutningsfeløgini, Strandferðsluna og landsstýrið hava tosað saman.
Á hesum fundinum hendi ikki annað enn at partarnir løgdu síni sjónarmið fram fyri hvørjum øðrum og at teir avtalaðu, at teir skuldu møtast aftur.
Jógvan við Keldu heldur at flutningsmøguleikarnar til og úr Suðuroynni eru eitt úrslit av tí tørvi, sum er á flutningi.
Tí heldur hann, at skulu suðuroyingar gera sær vón um meiri flutning, mugu teir fyrst kunna vísa á, at tað er ein tørvur á tí.
? Og orsøkin til, at tað als ikki ber til at tosa um uttanlandssigling enn, er, at ongin veit hvat kemur á henda á landi í Suðuroy og ongin veit, hvørji virki verða har í framtíðini.
? Tað ber í øllum førum ikki til at tosa um at seta nýggja Smyril í uttanlandssigling fyrrenn eitt útspæl er komið úr Suðuroy, har ein tørvur á flutningi verður ávístur.
? Men tað verður ikki lætt at loysa trupulleikarnar í Suðuroy. Tað fer at taka tíð at fáa Suðuroy á føtur aftur og trupulleikarnir skulu loysast í rættari raðfylgju. Og tað er ikki rætt at byrja við at fara undir beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og Skotland, uttan at hava eitt vørugrundarlag at byggja á, ella at grundarlagið sæst í framtíðini.
Men Jógvan við Keldu leggur eisini afturat, at hava suðuroyingar, ella onkur annar, hug til at leiga Smyril, sum nú er, til endamálið, er hann sinnaður at tosa um tað við vælvild.
?